Í gjár fingu Otto Pérez Molina, fyrrverandi forseti í Guatemala og Roxana Baldetti, fyrrverandi varaforseti 16 ára fongsulsrevsing í part.
Pérez var forseti í Guatemala í árunum 2012 til 2015, og varð hann tvungin at leggja frá sær orsakað av ákærum um korruptión. Hann hevur sitið inni seinastu sjey árini, meðan hann hevur bíðað eftir einum dómi.
Pérez og Baldetti vórðu ákærd fyri at hava staðið á odda fyri tollsviki hjá einum netverki, sum hevur stolið uml. 3,5 milliónir dollarar frá statinum, meðan tey sótu við valdið. Fleiri enn 20 onnur eru eisini skuldsett í málinum.
Pérez og Baldetti skulu eisini gjalda ávikavíst 1,1 milliónir og 1,06 milliónir dollarar.
72 ára gamli fyrrverandi forsetin er ikki nøgdur við dómin, og fer hann at kæra hann. Hann sigur, at hann kennir seg snýttan, tí at dómurin, sambært honum, varð sagdur uttan prógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald