Mentan

Gudmund Helmsdal: Hetta er tann besta viðurkenningin at fáa

Stuttfilmurin “Trøllabeiggi” er sloppin við á viðurkenda filmsfestivalin L.A. Shorts International Film Festival, sum er ein av størstu altjóða festivalunum fyri stuttfilmar, men hóast stuttfilmurin higartil er sloppin við á 27 festivalar og hevur vunnið 23 virðislønir, torir leikstjórin ikki at spáa um møguleikarnar at vinna á festivalinum

(Mynd: Klara Johannesen)

(Mynd: Klara Johannesen)

2021-07-04 22:24 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Síðan føroyski stuttfilmurin “Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal varð frumsýndur á Geytakvøldinum í fjør, hevur hann ferðast víða kring heimin. Higartil er stuttfilmurin sloppin við á 27 filmsfestivalar, og hevur hann vunnið 23 virðislønir.

Størsti festivalurin, sum “Trøllabeiggi” higartil er sloppin við á, er L.A. Shorts International Film Festival í amerikanska býnum Los Angeles.

L.A. Shorts er elsti núverandi filmsfestivalurin fyri stuttfilmar í Los Angeles umframt ein av størstu altjóða festivalunum fyri stuttfilmar yvirhøvur. Á hvørjum ári vísir festivalurin yvir 300 filmar og dregur 10.000 gestir at sær, harímillum gestir, sum eru stórir innan filmsframleiðslu í Hollywood.

Verður ein heiðraður við virðisløn á hesum festivalinum, hevur ein møguleika at verða tilnevndur eina BAFTA-virðisløn, eina Oscar-virðisløn, ella eina virðisløn á Canadian Screen Awards. Sambært heimasíðuni hjá festivalinum hava 60 filmsframleiðarar, sum hava luttikið á festivalinum, verið í uppskoti til eina Oscar-virðisløn, og 16 av teimum hava vunnið.

Fyri tveimum vikum síðani avdúkaði Gudmund Helmsdal, at stuttfilmur hansara var sloppin við á viðurkenda filmsfestivalin, men áðrenn tað hevði hann gingið og hildið tað loyniligt í vikuvís.

– Eg fekk at vita fyrst í mai, at eg var valdur út til festivalin, og var sjálvsagt ófatiliga glaður um, at tað umsíðir eydnaðist at sleppa við á ein Oscar kvalifiserandi festival. Eg gjørdi spontant eitt “YESSS” við øllum arminum a la Kevin í “Home Alone”, tá eg las gleðiboðini, sigur leikstjórin við Blaðið Vikuskifti.

Sambært Gudmundi Helmsdal er hetta tann besta viðurkenningin at fáa, tí tað merkir, at “Trøllabeiggi” er millum teir bestu av túsundatals stuttfilmum, sum eru í umferð kring heimin í ár.

Les alla samrøðuna ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder