Innanlands

Guðni forseti á vitjan í Tinganesi

Íslendski forsetin er á arbeiðsvitjan í Føroyum og skal halda fyrilestur á Setrinum seinnapartin

2022-05-10 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, var í morgun á vitjan í Tinganesi, har hann heilsaði upp á Bárð á Steig Nielsen, løgmann.

Løgmaður vísti á sterku vinarbondini millum Føroyar og Ísland. Íslendski forsetin segði seg vera sera fegnan um, at hansara fyrsta vitjan eftir koronafarsóttina var til Føroyar. Hetta var prógv um sterka sambandið millum Føroyar og Íslandi, skrivar løgmansskrivstovan á netinum.

Íslendski forsetin er í hesum døgum á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann m.a. skal halda almennan fyrilestur seinnapartin í dag á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum “Nationalism in Turbulent Times.”

Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti í Íslandi síðani 2016.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder