Innanlands

Guðni forseti fingið korona

Dagført: Ætlaði fyrilesturin í Havn mánadagin verður útsettur eina viku

(Mynd av Facebook)

(Mynd av Facebook)

2022-04-29 14:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg havi fingið kovid. Vaknaði í morgun við krím eyðkennum, turrun hosta, pínu í beinagrindini og dølskni. Tók eina heimatest, og tvær strikur gjørdust týðuligar.

Soleiðis skrivar Íslands forseti, Guðni Th. Jóhanesson á Facebook-vanga sínum fyri løtu síðani.

Íslands forseti skuldi annars koma til Føroya at halda ein fyrilestur í Kongshøll mánadagin.

Í fráboðanini skrivar Guðni forseti einki um, hvussu smittan kemur at ávirka hansara virksemi komandi tíðina.

Hvørki á Setrinum ella á íslendska aðalkonsulatinum var møguligt at fáa eina viðmerking í dag eftir at vanliga telefonavgreiðslutíðin er av. 

Kl. 14.53: Vit hava nú fingið váttað, at ætlaði fyrilesturin fyribils er útsettur

Kl. 15.30: Vitjanin hjá forsetanum verður útsett í eina viku - frá 9. til 11. mai í staðin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder