Vága Floghavn boðar í dag frá, at Gudny Langgaard hevur valt at siga seg úr starvi. Orsøkin er nýggjar avbjóðingar.
Gudny var ikki í starvi nógv meira enn eitt ár - 1. mai 2018 byrjaði hon sum stjóri í Vága Floghavn.
Til nýggjur stjóri er settur, verður tað næstforkvinnan í nevndini hjá Vága Floghavn, Oddbjørg Højgaard, ið tekur við. Nevndin boðar frá, at tað verður beinanvegin lýst eftir nýggjum stjóra.
Nevndin í Vága Floghavn skrivar, at hon ynskir at takka Gudny fyri samstarvið, og ynskir henni alt tað besta framyvir,
Innanlands
Gudny Langgaard sagt seg úr starvi
Vága Floghavn skal hava nýggjan stjóra. Oddbjørg Højgaard, næstforkvinna í nevndini, tekur við sum fyribils stjóri
Eftir 15 mánaðir í starvinum fer Gudny Langgaard frá orsaka av nýggjum avbjóðingum
2019-08-02 14:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald