Mentan

Guðrið Hansdóttir hevur útgávukonsert í Listastovuni

Í kvøld kl. 20 verður konsert í Listastovuni í Miðvági

2026-05-02 11:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld klokkan 20 verður útgávukonsert í Listastovuni, tá Guðrið Hansdóttir fer á pall við nýggju heildarútgávu síni Sýrublað, sum kom út fyrr í vár.

Við Sýrublað flytur Guðrið seg listarliga og letur upp fyri einum nýggjum ljóðheimi, har tað ráa og tað mjúka ganga hond í hond. Tónleikurin hevur sínar røtur í fólkapoppi, men leitar sær samstundis í fleiri ymiskar ættir og gevur rúm fyri bæði nærveru, ráleika og smálutum.

Tekstirnir á útgávuni eru skrivaðir av Beini Bergssyni og bera eitt samtíðarligt og poetiskt eyðkenni, har spenningurin millum menniskja og umhvørvi, órógv og frið, fær pláss. Hetta gevur útgávuni eina kensluliga tyngd, sum bæði er opin og tætt í senn.

Guðrið Hansdóttir hevur í nógv ár verið ein sterk rødd á føroyska tónleikapallinum og hevur støðugt ment sítt listarliga úttrykk. Við hvørjari útgávu hevur hon flutt seg, og Sýrublað er enn eitt stig á leiðini.

Í Listastovuni fær nýggja tilfarið ein serligan karm. Tað tætta og intima rúmið ger, at tónleikurin sleppur at standa berur, og at sambandið millum tónleikarar og áhoyrarar verður tætt. Tað er júst á slíkum pallum, at smálutirnir og nærveran fáa veruligt pláss.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Á pallinum í kvøld:

  • Guðrið Hansdóttir: sang, guitar, blokkfloyta
  • Høgni Lisberg: trummur, kór
  • Benjamin Petersen: guitar
  • Vinjar Egilsnes Petersen: ljómborð, klaver
  • Árni Johannesarson: bass
  • Marianna Winter Nagata: kór
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder