Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT) hevði aðalfund fyrr í hesum mánaðinum.
Felagið boðar frá, at Guðrið Hansdóttir á fundinum varð vald í nevndina fyri Onnu Katrin Egilstrø sum tók seg úr nevndini.
Nevndin shevur íðani skipað seg við Sunleifi Rasmussen sum formanni, Kristiani Blak sum kassameistara, Heðini Ziska Davidsen sum skrivara og Guðrið Hansdóttir sum nevndarlimi.
Sunleif Rasmussen heldur harvið fram í sesinum sum formaður.
Virki felagsins hevur farna árið veri serliga merkt av, at felagið var vertur fyri altjóða nútíðartónleikafestivalinum World New Music Days. Áleið 100 vitjandi tónaskøld og samstarvsfelagar og 140 nýggj verk úr øllum heiminum, umframt Føroyum, vóru framførd teir 10 dagarnar festivalurin var.
FFT skrivar, at næsta árið fer felagið framhaldandi at arbeiða fyri, at umstøður og kor hjá tónaskøldum vera hildin við líka og betraði. Hetta fevnir um áhaldandi samband og samstarv við KODA, at útvega stuðul til festivalar, ið hava føroyskan original tónleik á skrá og útvega stuðul til tónleika útgávur og tónleikaferðir við føroyskum original tónleiki.
Eisini hevur felagið umboðan á Nordic Music Days, sum verður í Glasgow síðst í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald