Guðrið Højgaard er stjóri í Visit Faroe Islands, er útbúgvin MBA í marknaðarførslu og samskifti. Hon kemur inn í staðin fyri Johannes Jensen, stjóra á Gist og Vist, sum sostatt fer úr nevndini.
Hinir nevndarlimirnir, sum væntandi verða afturvaldir, eru Einar Wathne, Øystein Sandvik, Annika Frederiksberg og Teitur Samuelsen.
![]()
Rúni M. Hansen heldur fram sum nevndarformaður í Bakkafrost, har hann hevur røkt álitisstarvið frá byrjan.
Tað verður eisini tilmælt, at Rúni M. Hansen verður afturvaldur sum nevndarformaður. Hann hevur verið nevndarformaður síðani 2009, árið fyri felagið varð skrásett á keypsskálanum í Oslo. Hann hevur sostatt verið nevndarformaður øll árini felagið hevur verið skrásett á kepsskálanum.
Ársrokniskapurin er eisini almannakunngjørdur. Yvirskotið í 2021 var 964 milliónir krónur, og nevndin fer at skjóta upp á aðalfundinum at 304 milliónir krónur verða útgoldnar í vinningsbýti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald