Hvussu hevur javnstøðan tað? Hvussu er vorðið við javnstøðu, nú bæði løgtingsval og fólkatingsval eru í eygsjón? Hvørjar tankar gera politisku
flokkarnir sær um javnstøðu, tá valskráin skal setast saman? Hvat gera áhugafelagsskapir fyri at seta dagsskránna? Hava miðlarnir eisini ábyrgd av, at javnstøðuspurningar yvirhøvur verða miðlaðir? Og hugsa redaktiónirnar um javnstøðu í sjálvari miðlingini?
Hesir og aðrir spurningar verða umrøddir í Norðurlandahúsinum
mikudagin 5. desember tá fjølmiðlar, løgtingslimir, kommunalpolitikarar, landsstýrisfólk, ungmannafeløg og onnur áhugað fáa møguleika at hitta kenda svenska feministin Gudrun Schyman og kjakast um javnstøðu og javnstøðupolitikk.
Gudrun Schyman er fyrrverandi forkvinna í svenska flokkinum "Feministisk Initiativ" og í "Vänsterpartiet". Beint nú er hon aktuell í dokumentarfilminum "Feministurin", sum snýr seg um hennara lív, politiska virki og harða uppvøkstur. Sýning av filminum verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 5. desember og aftaná fer Liljan Weihe at hava samrøðu við Gudrun og spurningar úr salinum.
Tað eru Demokratia, Javnstøðunevndin og Norðulandahúsið, ið hava bjóðað henni til Føroya í sambandi við filmssýningina.
Um filmin FEMINISTURIN
Gudrun Schyman hevur mangan verið í brennideplinum. Í 1993 gjørdist hon floksleiðari fyri Vänsterpartiet í Svøríki, sum hon tryggjaði besta valúrslit nakrantíð. 10 ár seinni noyddist hon at leggja frá sær í úrtíð og við miklum roki. Síðani stovnaði hon Feministisk Initiativ, ið byrjaði sum ein rørsla og seinni gjørdist ein politiskur flokkur, sum í dag hevur deildir um alt Svøríki, systirflokkar í Danmark, Noregi, Finlandi og ein sess í Europaparlamanetinum
Schyman hevur langt síðani skrivað seg inn í søgubøkurnar og er í dag eitt ikon fyri svensku feminismuna. Men vegurin hagar hevur ikki bara verið langur, men eisini fullur av forðingum, harímillum hennara persónligu demonir eru tær størstu. Vit fáa eitt innlit í tað, sum hevur gjørt Gudrun Schyman til hana, hon er, millum annað uppvøksturin við einum pápa sum drakk og hennara vaksandi trupulleikar við at fáa privatpersónin og almenna persónin at sameinast.
Filmurin fylgir henni í fýra ár í einum tíðarskeiði (2014-2018), har framgongdin hjá Feministisk Initiativ og boðskapurin hjá Schyman í stóran mun mynda kvinnurørsluna, ið veksur runt heimin og gerst sjónlig gjøgnum Women's March og #Metoo.
Trailari fyri filmin: https://vimeo.com/268747846
Heimasíðan hjá Gudrun Schyman: http://schyman.se/
- Demokratia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald