Innanlands

Gudstænastur verða aftur í morgin

Mánadagin vórðu allar gudstænastur avlýstar vegna koronu, men í morgin verður aftur møguleiki fyri at fara í kirkju

Havnar kirkja (Savnsmynd)

Havnar kirkja (Savnsmynd)

2021-05-29 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin avlýsti Fólkakirkjan allar gudstænastur, eftir at 16 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir tann morgunin. Seinastu dagarnar hevur talið á tilburðum tó verið nakað minni, og allir tilburðirnir hava verið partur av kendari smittuketu, og boðar Jógvan Fríðriksson, biskupur, nú frá, at gudstænastur verða aftur í morgin.

Biskupur skrivar soleiðis á heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni:

– Í samráð við læknafrøðiligan myndugleika verður boðað frá, at gudstænastan komandi sunnudag, t.e. tríeindardag 30. mai 2021, verður sum ætlað.

– Í hesum sambandi verður víst til tað seinasta tilmælið, ið er dagfest 16. apríl 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder