Vesturafrikanska landið Guinea hevur fyri fyrstu ferð síðan 2016 skrásett andlát í sambandi við ebola, upplýsir landsins heilsumálaráðharri, Remy Lamah fyri tíðindastovuni AFP.
Talan er um fýra andlát, sum eru skrásett í hesum sambandi.
Millum tey deyðu er ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum gjørdist sjúk síðst í januar, og sum varð jarðað 1. februar. Hini trý vóru øll til jarðarferð hennara, og tilsamans vóru átta persónar tilstaðar við sjúkueyðkennum (leyst lív, bløðing og spýggju).
Tá virusið herjaði í Vesturafrika í árunum 2013 til 2016 doyðu 11.300 av teimum smittaðu.
Guinea var, sambært Ritzau, eisini miðdepilin fyri útbrotið. Har varð fyrsti tilburðurin staðfestur í endanum av 2013, áðrenn smittan spreiddi seg til grannalondini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald