Innanlands

Gularót til tey sum hava aktað og fingið sær trý prik

Roknað verður við, at fleiri túsund fólk eru í sóttarhaldi, tí tey hava verið í samband við ein smittaðan. Farsóttarnevndin hevur gjørt av, at linka tilmælið um sóttarhald fyri tey, sum eru prikað tríggjar ferðir

Michael Boolsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michael Boolsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-17 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

2654 fólk eru í løtuni positiv við koronu, og sum tilmælini um sóttarhald eru nú, taka tey í øllum førum húsarhaldið við sær í karantenu. Hetta verður nú broytt.

Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, upplýsti í Degi og viku í kvøld, at hetta hevur verið viðgjørt í dag. Ein gularót verður nú givin fyri tey, sum hava tikið av trimum koppsetingarprikum frá myndugleikunum.

Hann greiddi frá, at um tú er “tøtt kontakt” og hevur fingið trý prik, verður ikki longur neyðugt at fara í sóttarhald. Tættar kontaktir er eitt nú fólk sum búgva saman við einum smittaðum ella fólk, sum hava gist saman.

Viðkomandi við triðja prikið skal tó framvegis lata seg kannað fyri koronu fjórða og sætta dag eftir, at hann hevur verið saman við tí positiva.

Tað hevur verið farsóttarnevndin, sum gjøgnum hesa tíðina við koronu hevur avgjørt, hvussu sóttarhaldstilmælini skulu vera. Farsóttarnevndin hevur eisini fundast um onnur viðurskifti, og hevur sent landsstýrinum sítt boð uppá nýggj tilmæli. Eitt nú um hvussu nógv fólk kunnu savnast.

Kanningarnar við markið steðga
Farsóttarnevndin hevur fult ræðið við landamarkið, og hevur tikið avgerð um at frá 31. januar at roknað, verður ikki longur kannað við komu til Føroya. Mælt verður framvegis til at lata seg kanna á øðrum degi eftir komum, men nú er ikki longur neyðugt við sóttarhaldi til kanningarúslitið á øðrum degi fyriliggur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder