Uttanlands

Gulu vestarnir aftur farnir at mótmæla: 200 fólk handtikin

Hetta var fyrsta mótmælið hjá gulu vestunum síðan Frakland lat aftur í mars

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-09-13 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin handtók franska løgreglan fleiri enn 200 fólk undir mótmælistiltøkum í høvuðsstaðnum París.

Tað vóru gulu vestarnir, sum skipaðu fyri mótmælinum, og vóru hetta fyrstu mótmælini, sum rørslan hevur skipað fyri, síðan Frakland lat aftur orsakað av støðuni við koronasmittuni 17. mars.

Rørslan, sum er uppkallað eftir gulu endurskinsvestunum, byrjaði seint í 2018. Mótmælini byrjaðu í París men spreittu seg síðani til alt landið.

Mótmælisfólkini vóru m.a. ímóti avgjaldi á brennievni, men seinni fóru mótmælini at snúgva seg um stjórnina hjá Emmanuel Macron, forseta, sum heild, og legði rørslan eisini stórt trýst á franska forsetan.

Í gjár savnaðust fleiri hundrað mótmælisfólk til tvey góðkend mótmælistiltøk. Tað fyrra tiltakið eydnaðist væl uttan trupulleikar, men undir seinna mótmælinum legði løgreglan seg uppí, tá fólk fluttu seg burtur av loyvda økinum og settu eld á ruskíløt og akfør.

Sambært DR gingu summi mótmælisfólk í svørtum klæðum og við flaggi, sum stavaði frá einari antifasistiskari rørslu. Hesi eru áður nevnd sum orsøkin til harðskap undir mótmælunum í Fraklandi.

Seinnapartin í gjár hevði franska løgreglan handtikið 222 fólk. Nógv teirra vórðu tikin fyri at bera amboð, sum kundu brúkast sum vápn – hamarar, skrúvubløð, og tómar whiskey fløskur.

Seinni nýtti løgreglan eisini táragass fyri at spjaða smærri bólkar av fólki.

Mótmælisfólkini vórðu biðin um at halda koronatilmælini. París er eitt av harðast raktu økjum í Fraklandi, og er munnbind tí eitt krav úti á gøtuni.

373.911 smittutilburðir eru higartil skrásettir í Fraklandi, og 30.910 teirra eru deyð, sambært Worldometers.info.

Sambært Sky News vórðu 10.561 nýggir tilburðir skrásettir í Fraklandi leygardagin, hægsta økingin, síðan farsóttin byrjaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder