2019-06-09 14:50
Nú styttist tíðin til gummibátatreffið, sum vakti ans á sosialu miðlunum í fjør. Higartil hava 329 fólk meldað seg til á Facebook, og 1300 fólk hava víst tiltakinum áhuga.
Fyrireikarnir hava ætlanir um at sláa metið hjá sveisarum á 1.200 flótandi før (gummibátum), skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Tiltakið verður á Skálafjørðinum leygardagin 15. juni klokkan 15.
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at hava egnan gummibát og bjargingarvest við sær, og neyðugt er hjá børnum undir 12 ár at hava ein vaksnan við sær umborð.
Tórshavnar bjargingarfelag, kappróðrafelagið NSÍ og Bátafelagið á Bakka luttaka til tiltakið.
Møtt verður við kappróðrarneystið á Glyvrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald