Innanlands

Gunn Hanusardóttir Møller forkvinna í FVF

Gunn Hanusardóttir Møller avloysir Arna Petersen, sum hevur røkt henda sess seinastu 5 árini

2023-05-06 13:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Verkfrøðingafelag (FVF) hevði aðalfund á Hotel Hilton 29. apríl.

Í stýrinum sita nú Gunn H. Møller, Lovisa P. Glerfoss, Bjarni Petersen, Súsanna Berg og Arni Petersen. Tiltakslimir eru Óluva Vang og MarjunEysturoy.

Í farna ári hevur felagið skipað fyri ymsum limatiltøkum, verið á fundi við norðurlendsk verkfrøðingafeløg og havt tiltak fyri verkfrøðilesandi í sambandi við Jobmatch. Eisini hevur stýrið arbeitt við at gera ymsar dagføringar á hús felagsins í Tvørgøtu.

Stýrið hevur nú skipað seg. Gunn Hanusardóttir Møller loysir Arna Petersen av sum forfólk í Føroya Verkfrøðingafelag. Arni hevur røkt henda sess seinastu 5 árini. Arni loysir við sama høvi Gunn av sum umboð felagsins í AKF. AKF hevur samráðingar við arbeiðsgevarar um hendi vegna m.a. Føroya Verkfrøðingafelag.

Stýrið í FVF sær nú soleiðis út: Gunn H. Møller, forkvinna; Lovisa P. Glerfoss, næstforkvinna; Bjarni Petersen, kassameistari; Súsanna Berg, skrivari; Arni Petersen, stýrislimur. Óluva Vang og Marjun Eysturoy eru tiltakslimir.

Í komandi ári verður skipað fyri ymsum sosialum og fakligum limatiltøkum, umframt at samband við hini norðurlendsku verkfrøðingafeløgini og verkfrøðislesandi verður styrkt - verkfrøðingum í Føroyum at frama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder