placeholder
Innanlands

Gunn Hernes fær virðisløn fyri at styrkja bandið millum Norra, Føroyar og Ísland

26. apríl fekk hon norsku virðislønina Sokneprest Alfred Andersson-Rysst 2021 – Hernes er ein ungur leiðari, og vóna vit, at virðislønin kann geva íblástur til at halda fram at arbeiða fyri vesturnorðurlendska mentanarsamstarvinum í áratíggju framyvir, sigur dómsnevndin millum annað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-27 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

26. apríl fekk stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, norsku virðislønina Sokneprest Alfred Andersson-Rysst 2021. Hesum boðar Norðurlandahúsið frá í tíðindaskrivi.

Dómsnevndin legði m.a. dent á arbeiðið, ið Gunn hevur gjørt fyri at endurnýggja føroyskan leiklist og at knýta bond millum tey, ið virka fyri mentan í Føroyum, Íslandi og Noreg.

Dómsnevndin segði m.a. soleiðis í grundgevingini:

– Gunn Hernes hevur verið sentral í arbeiðnum í Norðurlandahúsinum, fyrst sum verkætlanarleiðari fyri Norræna húsiði Reykjavík frá 2015 til 2018, og frá 2018 sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

– Í leiklutinum sum verkætlanarleiðari og stjóri í teimum báðum norðurlandahúsunum hevur Herness hjálpt við at styrkja bandið millum mentanaraktørar í Føroyum, Íslandi og Noregi, og dómsnevndin leggur serligan dent á arbeiðið, hon hevur gjørt fyri at endurskapa føroyskan leiklist.

– Gunn Hernes er og hevur verið ein framhyggjandi og dugnaligur leiðari, og í arbeiðnum sum stjóri í Norðurlandahúsinum hevur hon styrkt og fingið nýggj inskot inn í mentanarlív og mentanarsamstarvið tvørturum landamørk.

– Vesturnorðurlendska mentanarsamstarvið hevur tørv á góðum kørmum, og at stovnarnir hava góða fyristingarliga leiðslu. Gunn Hernes fær ársins Sokneprest Alfred Andersson-Ryssts virðislønina sum tøkk fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt seinastu árini. Hernes er ein ungur leiðari, og vóna vit, at virðislønin kann geva íblástur til at halda fram at arbeiða fyri vesturnorðurlendska mentanarsamstarvinum í áratíggju framyvir.

Sokneprest Alfred Andersson-Rysst grunnurin varð settur á stovn í 1952. Síðan 2019 er virðislønin handað annaðhvørt ár til ein persón, ið ger eitt gott arbeiði fyri at styrkja bandið millum Norra, Føroyar og Ísland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder