Innanlands

Gunnar Skúvadal og KG Hotel heiðrað á ferðavinnustevnuni

Gunnar Skúvadal er Ársins Ferðavinnufólk, og KG Hotel er Ársins Átak.

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2026-11-07 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á Ferðavinnustevnuni, sum var hildin á Hotel Hafnia fríggjakvøldið, vórðu tveir serligir heiðrar latnir fyri týdningarmikil avrik í føroysku ferðavinnuni.

Talan var um Ársins ferðavinnufólk og Ársins átak.

Ársins ferðavinnufólk varð Gunnar Skúvadal.

Hetta heiðursbrævið verður latið teimum, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiðið í gerandisdegnum – teimum, sum dagliga eru í beinleiðis samskifti við ferðafólk og sum ferðavinnan ikki kundi verið fyri uttan.

– Gunnar Skúvadal er ein sonn eldsál, sum við sínum arbeiði hevur gjørt stóran mun fyri føroyska ferðavinnu, stendur m.a. í grundgevingini.

Ársins Átak gjørdist KG Hotel í Klaksvík.

Heiðursbrævið Ársins átak verður latið teimum, sum hava dirvi at hugsa og arbeiða nýtt – og sum við sínum virksemi menna og styrkja ferðavinnuna.

– Átakið er meira enn eitt nýtt hotel. KG er eitt nýbrot, sum skapar nýggjar møguleikar, gevur økinum nýtt lív og er eitt týðandi íkast til menningina av føroyskari ferðavinnu, stendur m.a. í grundgevingini.

Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu, Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands, og Annika Lisberg, Kunningarstovurnar.

Allar grundgevingarnar kunnu lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder