2023-11-12 17:19
Á aðalfundi í Læknafelag Føroya leygadagin varð Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, vald til forkvinnu.
Hon loysir Pál Weihe av, sum hevur verið formaður síðan 2014 og tí sambært viðtøkum felagsins ikki longur kundi halda fram.
Undir Læknafelagnum eru trý fakfeløg: Serlæknafelagið, Kommunlæknafelagið og Felagið hjá Yngri Læknum. Hesi trý skiftast um at skjóta upp formann/forkvinnu.
Á myndini omanfyri ynskir fráfarandi formaður nýggju forkvinnuni tillukku við valinum.
Á aðalfundinum var eisini stuðulssamtyk gjørd sum lýsir stuðul til starvsfelagar í krígsrakta økinum í Gazageiranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald