Innanlands

Gunnhild Persson nýggjur aðalskrivari í Sinnisbata

27 ára gamla Gunnhild er útbúgvin innan politikk og umsiting – Hon tók við starvinum 1. apríl eftir Lauru Apol, sum hevur røkt starvið seinastu fimm árini

Gunnhild Persson tók við starvinum 1. apríl (Mynd: Sinnisbati)

Gunnhild Persson tók við starvinum 1. apríl (Mynd: Sinnisbati)

2022-04-04 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gunnhild Persson er sett í starv sum aðalskrivari í Sinnisbata.

Gunnhild Persson er 27 ára gomul, býr í Havn og er útbúgvin innan politikk og umsiting. Hon hevur gott innlit í føroyskar áhugafelagsskapir og hevur fleiri ára royndir í nevndararbeiði. Hon hevur eitt breitt innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og politisku skipanina, skrivar Sinnisbati í tíðindaskrivi.

Gunnhild fer sum aðalskrivari í Sinnisbata at hava ábyrgd av dagligu umsitingini og samskipan av størri verkætlanum og tiltøkum, umframt átøkum og kunningararbeiði. Harafturat fer hon at arbeiða við limarøkt og fundraising.

Gunnhild tók við starvinum sum aðalskrivari 1. apríl eftir Lauru Apol, sum takkaði fyri seg í mars eftir fimm ár í starvinum.

Átta umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari í Sinnisbata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder