Gunnrið Joensen úr Klaksvík var fyrsti persónurin á Landssjúkrahúsinum, sum fekk koppsetingina móti covid-19.
Tað hendi klokkan 13, tá Tummas í Garði, varasjúkrahússtjóri, gav henni ta fyrstu av tveimum sproytum.
Heilsustarvsfólk eru tey fyrstu sum fáa koppsetingina í Føroyum, og Gunnrið Joensen arbeiðir á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum. Fleiri onnur fingu prikið aftaná, og millum annað Bjarni á Steig, yvirlækni, sum hevur verið nógv frammi um vaksinuna og korona sum heild, varð eisini koppsettur.
Á øllum trimum sjúkrahúsum var koppsett í dag, og eini 100 fólk eru vald út.
Um fýra vikur fáa tey aðru og síðstu koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald