Innanlands

Gunvør fingið heiðursmerki frá drotningini fyri trúgva tænastu

Gunvør á Lava hevur arbeitt í forskúlanum á Sankta Frans Skúla í samfull 40 ár

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-11-14 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár var samkoma fyri Gunvør á Lava, har hon fekk handað heiðursmerki frá Hennara Hátígn Margrethu Drotning fyri trúgva tænastu.

Samkoman var fyri starvsfeløgum í Sankta Frans Skúla, og tað var Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum handaði Gunvør á Lava heiðursmerkið fyri trúgva tænastu í forskúlanum í samfull 40 ár.

Gunvør byrjaði at arbeiða í forskúlanum hjá nonnunum 16. august 1979.

Røðan, sum Annika Olsen helt í hesum sambandi, kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder