Uttanlands

Guterres fordømir ísraelskar atsóknir á Vestara áarbakka

- Seinastu hendingarnar á hersetta Vestara áarbakka eru ógvuliga órógvandi, skrivar Guterres á X

Antonio Guterres (Savnsmynd: EPA)

Antonio Guterres (Savnsmynd: EPA)

2024-08-29 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aðalskrivarin í ST, António Guterres, hartar nú Ísrael fyri at fara ov harðliga fram á Vestara áarbakka, har ein umfatandi hernaðaratsókn fór fram í gjár.

- Seinastu hendingarnar á hersetta Vestara áarbakka eru ógvuliga órógvandi, skrivar Guterres á X, har hann eisini harðliga fordømir mistu mannalívini, eisini børn, og heitir á Ísrael um at støðga við hesum í stundini.

Minst tíggju fólk doyðu og 22 vórðu særd, tá ísraelskar herdeildir, dronur og hernaðarakfør vóru partur av umfatandi hernaðaratsókn fleiri staðir á Vestara áarbakka, sambært palestinska Reyða Hálvmána, eitt nú í býunum Jenin, Nablus, Tubas og Tulkram, skrivar dr.dk.

Ísrael umrøður atsóknina sum ein anti-terror atsókn. Hamas felagsskapurin, sum av bæði ES og USA verður mettur sum yvirgangsfelagsskapur, boðar sambært AP frá, at tíggju av herfólkunum hjá felagsskapinum doyðu undir atsóknunum í gjár.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder