Høvuðsnavnið á Dansibandsfestivalinum komandi ár, sum verður í døgunum 3. og 4. mai 2019, eru væl umtóktu Gutta fra Scandinavia.
Gutta fra Scandinavia, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu í 1988 dansibandsorkestrið Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandsorkestrið í Noregi nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur, og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.
Í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt Norðurlond og aðrastaðni við undir heitinum Gutta fra Scandinavia.
Í 2017 vitjaðu Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági, og var talan um eitt fantastiskt dansikvøld, og verður nú aftur høvi at njóta dansitónarnir hjá Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági 3. og 4. mai 2019.
Forsølan til Dansibandsfestivalin í Vági byrjar hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald