Tíðliga sunnumorgunin duttu tvær dronur niður í russiska Kaluga-landslutinum, sum liggur nærindis høvuðsstaðarøkið. Tað sigur guvernørurin í Kaluga, Vladislav Shapsha.
Ein drona datt niður nærindis bygdina Strelkovka, meðan hin datt niður einum skógi. Fyribils er ikki boðað frá nøkrum fólkaskaða, skrivar Reuters.
Síðst í mai raktu tvær dronur íbúðarbygningar í russiska høvuðsstaðnum Moskva, men heldur ikki tá var stórur skaði.
Russland vildi vera við, at Ukraina stóð aftanfyri álopið, men tað vísti Ukraina aftur. Ukraina hevur ikki úttalað seg um dronurnar í morgun.
Í gjár váttaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at eitt ukrainskt mótálop er í gongd í Ukraina, men hann vildi ikki greiða nærri frá, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald