Uttanlands

Guvernørur: Spreingingar kravt trý mannalív í russiskum býi

Í minsta lagi trý fólk hava latið lív og fleiri bústaðir eru oyðilagdir í russiska býnum Belgorod, sum liggur nærindis markið til Ukraina

Vjatjeslav Gladkov, guvernørur

Vjatjeslav Gladkov, guvernørur

2022-07-03 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir

Spreingingar í russiska býnum Belgorod hava í dag kravt í minsta lagi trý mannalív og oyðilagt 11 íbúðarbygningar og 39 sethús.

Vjatjeslav Gladkov, guvernørur í økinum sigur, at orsøkin til hendingina verður kannað.

Belgorod liggur nærindis markið til Ukraina, og Gladkov hevur áður lagt Ukraina undir at senda hernaðartyrlur inn yvir markið og leypa á goymslur við brennievni. Tað var 1. apríl, men sambært DR er hetta hvørki váttað av russisku ella ukrainsku stjórnini.

Russiski politikarin Andrej Klishas leggur Ukraina undir at hava lopið á Belgorod og sigur, at hetta eigur at fáa hernaðarligar avleiðingar.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur Ukraina ikki viðmerkt hendingina, og upplýsingarnir eru ikki váttaðar av óheftum keldum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald