- Lat meg sláa fast. Hetta er eitt politiskt litað álop á valið í Pennsylvania, okkara atkvøður og okkara fólkaræði.
Guvernørurin í Pennsylvania, Tom Wolf, var ikki fegin um røðuna, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, helt tíðliga í morgun, okkara tíð, tá hann kallaði seg vinnara av valinum.
Les eisini: Trump fer í Hægstarætt at tryggja at hini ikki snýta við valinum
Forsetin segði, at hann fór at royna at støðga atkvøðugreiðsluni. Fleiri hava tulkað hesi orð sum um at forsetin vil hava, at brævatkvøður ikku skulu telja við í endaliga úrslitinum av valinum.
Men tað verður tað ikki talan um, vissar demokratiski guvernørurin í Pennsylvania um. Í Pennsylvania eru tey enn ikki farin í holt við at telja tær umleið tvær milliónirnar brævatkvøður upp enn.
Úrslitið í júst Pennsylvania kann vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri forsetavalið. Í Pennsylvania velja tey 20 valfólk.
- Tað verður eitt rættvíst val í Pennsylvania, og hvør einasta atkvøða skal teljast við, skrivar Tom Wolf á Twitter.
Let’s be clear: This is a partisan attack on Pennsylvania’s elections, our votes, and democracy.
— Governor Tom Wolf (@GovernorTomWolf) November 4, 2020
Our counties are working tirelessly to process votes as quickly AND as accurately as possible.
Pennsylvania will have a fair election and we will count every vote.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald