Innanlands

H-Dygd og Aluplast leggja saman

Nýggja navnið á samanløgda vindeygaveitaranum verður avdúkað í Vatnsoyrum í dag

Móttøkan verður hjá H-Dygd í Vatnsoyrum (Savnsmynd)

Móttøkan verður hjá H-Dygd í Vatnsoyrum (Savnsmynd)

2019-09-26 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talan er um tvey virkir við langari søgu, ið nú leggja orkuna og vitanina saman undir nýggjum navni. Í dag, hósdag 26. september verður almenn móttøka á deildini í Vatnsoyrum, har nýggja navnið verður lagt fram, og høvi verður at heilsa uppá starvsfólk.

Opið hús er á virkinum frá klokkan 15 til 18 er opið hús við onkrum løttum til matna, drekka og hugnaligum tónleiki, m.a. fer kórið Xperiment at framføra uml kl 16.45.

Í umleið ein hálva øld hava hesi virkir, hvørt sínum lagi, verið veitarar av vindeygum, hurðum og stórri aluminium- og glasfasadum. Uppgávurnar hava verið bæði til sethús og vinnulív kring alt Føroyar. Soleiðis eru drúgvar royndir og holl vitan vunnin, sum er gott grundarlag fyri eini góðari framtíð hjá nýggja samanlagda virkinum.

Samanlagt eru nú um 50 starvsfólk í felagnum. Í løtuni eru framleiðslur á trimum støðum. Á Rituvíkshálsi verða aluminiumsuppgávurnar gjørdar, í Miðvági plast og í Vatnsoyrum træframleiðslan. Haraftrat eru sølufólk í Havn og Klaksvík týsdagar og hósdagar.

Við samanleggingini og nýggja samleikanum er virkið farið undir at brynja seg til eina vónríka framtíð. Málið er framhaldandi at veita dygdargott handverk og loysnir, sum gera nøgdar kundar, sigur virkið í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder