Uttanlands

Haakon kongur mintist pápa sín í fyrstu røðuni sum kongur

Leygarkvøldið helt nýggi norski kongurin sína fyrstu røðu sum kongur fyri norsku tjóðini.

(Mynd: Heiko Junge/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Heiko Junge/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-30 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Góði pápi, takk fyri, at tú var ein so góður pápi fyri Märtha og mær. Heitur og tryggur. Tú vart tann ráðandi í familjuni, sum saman við mammu savnaði okkum øll.

Soleiðis segði Haakon kongur m.a. leygarkvøldið í fyrstu røðu síni sum kongur av Noregi, eftir at pápi hansara, Harald kongur, sum hevði verið kongur síðan 1991, andaðist fríggjamorgunin, 89 ára gamal.

– Vit eru í sorg. Samstundis gevur tað stóran troyst og styrki, at so nógv syrgja saman við okkum, segði Haakon kongur, sum takkaði fyri sýnda samkenslu.

Nýggi norski kongurin lýsti Harald kong sum eitt menniskja, sum altíð stóð fast við sínum virðum, og sum ein, sum dugdi væl at lurta, serliga tá hann hitti børn og ung.

Eisini nevndi Haakon kongur, at tað leygardagin vóru 58 ár síðan, at foreldur hansara, Harald kongur og Sonja drotning, giftust, og var tað ein stórur styrki hjá Harald kongi at hava Sonju drotning hjá sær.

– Eg veit, hvussu stóran týdning hon hevur havt fyri, at Harald kongur hevur kunnað staðið sterkur í sínum lívsstarvi.

Í røðu síni nevndi nýggi norski kongurin eisini, at ein stór uppgáva liggur frammanfyri honum, nú pápi hansara er farin.

– Nú er tað mín túrur. Eg eri sera takksamur fyri at hava familju mína hjá mær og fyri tann stóra stuðul, sum Mette-Marit drotning og børn okkara eru hjá mær.

Øll røðan hjá Haakon kongi sæst her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder