Mentan

Hæddarpunktið á jazzfestivalinum nærkast

Vetrarjazz-festivalurin endar við norðurlendskum tónum og føroyskum heimsfrimframførslum um vikuskiftið

Dania O. Tausen er ein av sangsolistunum hjá Tórshavnar Bigband í annaðkvøld (Mynd av Facebook)

Dania O. Tausen er ein av sangsolistunum hjá Tórshavnar Bigband í annaðkvøld (Mynd av Facebook)

2020-01-31 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir eina viku við fjølbroyttum jazzi í høvuðsstaðnum verður nú farið undir endavikuskiftið á Vetrarjazz 2020.

Í kvøld eru fýra konsertir á skránni við norðurlendskum bólkum: Føroyskt/donsku The Betty Quartet spæla seinnapartin á Hvonn, føroyskt/danskt/svensku Vi bygger en raket! spæla í kvøld á Blábarr og á Reinsarínum spæla norsku Kjetil Mulelid Trio og føroyskt/norsku M.D.R.N.

Eisini verður nakað so forkunnug á skránni sum technojazz á Sirkus umframt ein jam-session á Blábarr.

Leygardagin byrjar sum familjudagur í Norðurlandahúsinum við einari konsert fyri børn og einari, har børn sjálvi spæla jazz.

Í Norðurlandahúsinum verður ljóðinstallasjón og konsert við Resterne af Rigsfællesskabet og shopparar í SMS verða undirhildnir við góðum jazzi frá Fýrklang.

Høvuðskonsertini á Vetrarjazzi í ár verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, har Tórshavnar Big Bandi hevur ikki færri enn átta heimsfrumframførslur á skránni. Talan er um avdúking av kappingini, sum orkestri skrivaði út herfyri.

Big Bandið er samansett nærum útilokandi við føroyskum yrkistónleikarum, og afturat sær hesaferð hava tey fimm sangarar: Jamin Mote, James Olsen, Olvheðin Jacobsen, Daniu O Tausen og Eyðfinn B. Lamhauge.

Endin á Vetrarjazzi 2020 verður í Blábarr í annaðkvøld, har royndi jazz-sangarin James Olsen fer at funka øll í veitslustemning.

Skráin fyri Vetrarjazz 2020 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder