Seinasta samdøgrið eru 251 nýggir smittutilburðir skrásettir í Danmark, upplýsir Statens Serum Institut.
Talan er um hægstu økingina í fimm mánaðir, skrivar Ritzau.
Talið á innlagdum er eisini tað hægsta síðan síðst í juni – 30. Av teimum innløgdu liggja fimm á intensivari deild og tvey teirra liggja í respiratori.
Tó eru eingi andlát skrásett seinasta samdøgrið.
Danmark hevur nú skrásett tilsamans 18.607 tilburðir og 628 andlát. 2.617 eru smittað í løtuni.
2,7 mió. kanningar eru gjørdar í Danmark, og 1,7 mió. fólk eru vorðin kannað.
Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru fleiri kvinnur enn menn. Kortini eru fleiri menn enn kvinnur, sum verða innlagdir, og eisini eru fleiri menn, sum eru deyðir við koronasmittuni.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald