Uttanlands

Hægsta økingin síðan 8. apríl: 341 nýggir tilburðir í Danmark

Talið á innleggingum er ørkymlandi, sigur danskur serlækni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-12 15:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á smittutilburðum, sum eru skrásettir í Danmark, nærkast nú 20.000, eftir at 341 nýggir tilburðir eru lagdir afturat seinasta samdøgrið sambært Statens Serum Institut.

Talan er um hægstu økingina síðan 8. apríl, men víst verður á, at kanningarstrategiin hjá donsku myndugleikunum er broytt síðan í vár, og at nógv fleiri nú verða kannaði. Tí kann væntast, at fleiri tilburðir verða funnir nú.

Síðan fríggjadagin eru fleiri enn 26.600 koronakanningar gjørdar í Danmark, sum tilsamans hevur kannað 1,9 mió. fólk.

Samlaða talið á staðfestum tilburðum í Danmark er nú 19.557. 3.310 eru smittað í løtuni. Ein persónur er deyður seinasta samdøgrið, og er samlaða talið á andlátum sostatt komið upp á 630.

Talið á innleggingum er ørkymlandi

Christian Wejse, serlækni í ígerðarsjúkum á Aarhus Universitet, sigur við Ritzau, at broytta teststrategiin kann gera tað torført at samanbera smittutølini frá í vár við teimum, sum mann sær nú. Talið á innleggingum er ein betri máti at samanbera støðuna, og tað talið er ørkymlandi, sigur hann.

Útfrá samlaða talinum á nýggjum innleggingum, fær hann tað til 111 í juni, 77 í juli og 122 í august. Í teimum fyrstu tíggju døgunum í september, vórðu 77 fólk innløgd.

Í løtuni eru 43 fólk innløgd við koronasmittu í Danmark. Fýra teirra liggja á intensivari deild, harav tvey í respiratori.

Tilsamans hava 2.913 fólk verið innløgd við koronasmittu í Danmark.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder