Seinasta samdøgrið eru 5.429 fólk staðfest smittað við koronasmittuni í Fraklandi. Tað er tað hægsta talið á smittaðum í landinum síðani farsóttin var uppá tað ringasta í apríl mánað. Hetta skriva blaðið The Guardian.
Harvið er samlaða talið á smittaðum í Fraklandi nú 253.587 persónar. Talið á deyðum við smittuni í landinum er 30.544.
Eisini í Italia eru skrásettir nógvir nýggir tilburðir. Seinasta samdøgrið eru 1.367 tilburðir av koronasmittuni skrásettir í Italia. Tað er tað hægsta talið á smittaðum í landinum síðani mai mánað.
Í Italia eru skrásettir tilsamans 262.540 tilburðir.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald