
Tað kom neyvan óvart á hjá nøkrum, at talið á positivum smittutilburðum fór at økjast um jólini, tí so nógv fólk komu heim til síni kæru úr útlondum.
Men við herdum tilmælum tykist tað kortini hava eydnast at hildið covid-19 niðri, ti enn hava vit ikki sæð líka stóran vøkstur í tølunum, sum vit hava gjørt fyrr í ár.
Í løtuni eru 41 fólk í Føroyum staðfest positiv við covid-19. Hóast tað hevur eydnast at hildið smittuni niðri, er hetta hægsta talið vit hava havt í næstan tríggjar mánaðir.
Eins og nú á jólum, so var ein bylgja í oktober, og í einar tríggjar vikur áðrenn tað hæsaði av aftur.
Beint eftir ólavsøku var talið nakað væl hægri, tá 142 fólk vórðu positiv samstundis, men tá taldu persónar umborð á russiskum trolarum, sum lógu við bryggju, eisini við í almennu føroysku tølunum.
Í tíðarskeiðnum frá 9. mai til 5. juli var eingin smittutilburður í føroyska samfelagnum.
153 fólk eru í løtuni í sóttarhaldi, og hetta talið er nakað væl lægri enn tá tað var mest, tá fleiri enn 1000 fólk vóru biðin um at halda seg inni.
Á koronasíðuni her á Portalinum ber til at fylgja við, hvussu gongdin hevur verið síðani fyrsta tilburðin av korona 4. mars til í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald