
Tað er ikki bert í Føroyum, at høg koronutøl, sum bróta mørk, seta dám á samfelagið.
Í Danmark eru ikki fleiri inntriv og avmarkingar gjørdar, men tølini hava verið vaksandi síðstu tíðina, og í kanningunum í gjár vórðu 2.598 smittutilburðir staðfestir.
So høgt tal hevur ikki verið fyri eitt samdøgur síðani 30. desember 2020. 131.164 PCR-kanningar vórðu gjørdar í Danmark í gjár, og harvið er positivprosenti 1.98.
246 eru í løtuni innløgd við koronu, og hetta eru nøkur færri, enn tað vóru fyrr í vikuni. 31 fólk eru á inntensivari deild, skrivar TV2.
Heilsumálaráðið í Danmark upplýsir, at tað er serliga í høvuðsstaðarøkinum, at tølini eru vaksandi, men at farsóttin er vaksandi kring alt landið. Hetta er ein tendensur, ið Statens Serum Institut og nakrir serfrøðingar annað høvud væntað; orsakað av millum annað vaksandi smittu millum ókoppsett børn, árstíðini, lítlum og ongum avmarkingum og at virkanaðurin av koppsetingunum hjá teimum, sum vórðu koppsett tíðliga í ár er minkaður.
Smittuserfrøðingar ynskja, at seta koronupass og masku í brúk aftur, og Søren Brostørm, heilsmálaráðharri, sigur, at tey vaksnu ókopsettu "liva lívið farligt nú"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald