Uttanlands

Hægsta talið síðan 22. apríl

179 smittutilburðir eru staðfestir í Danmark seinasta samdøgrið. Hinvegin eru eingi andlát skrásett seinasta samdøgrið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-03 17:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 179 smittutilburðir skrásettir í Danmark, vísir uppgerð frá Statens Serum Institut.

Talan er um hægsta talið síðan 22. apríl, og eisini er talan um eitt munandi hægri tal, enn tað, sum er skrásett í Danmak seinastu vikurnar.

Tvey fólk eru eisini innløgd seinasta samdøgrið, og eru nú tilsamans 17 fólk innløgd við koronasmittu í Danmark, skrivar Ritzau.

Ein er útskrivaður av intensivu deild seinasta samdøgrið, og liggja nú bert tríggir koronasjúklingar á intensivu deild. Øll trý liggja tó í respiratori.

Eingi andlát eru skrásett í Danmark seinasta samdøgrið.

Danmark hevur skrásett tilsamans 17.374 tilburðir, og av teimum eru 15.499 ikki skrásett sum smittað longur. Í Danmark verða fólk ikki staðfest frísk. Í staðin verða tey skrásett undir "overstået infektion", um tey hvørki eru innløgd ella deyð 14 dagar eftir staðfestari smittu.

626 andlát eru skrásett í Danmark í sambandi við koronasmittuni. Landið hevur gjørt fleiri enn 2,5 mió. koronakanningar og hevur kannað tilsamans 1,7 mió. fólk.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder