Innanlands

Hægsta vallutøka síðani 2001

75,5 prosent vóru á fólkatingsvali í gjár - tað svarar til 29.111 veljarar

Á Hálsi var valluttøkan eitt vet hægri enn til seinasta fólktingsval, og hetta var rákið kring landið (Mynd: Sverri Egholm)

Á Hálsi var valluttøkan eitt vet hægri enn til seinasta fólktingsval, og hetta var rákið kring landið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-25 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri 25 árum síðani var fullveldiskjakið heitt, og støðan við Danmark var javnt og samt til umrøðu.

Hetta var við at fáa 26.498 veljarar á fólkatingsval í 2001. Tað svarar til eina valluttøku á 80 prosent.

Talan er um eitt ógvuliga høgt tal fyri eitt fólkatingsval, og tað hevur ikki nær námind hesum tey seks valini síðani - fram til valið í gjár.

Í 2011, tá Sjúrður Skaale varð valdur inn á Fólkating fyri fyrstu ferð, var talið heilt niðri á 58.9.

Yvir 29.000 á vali - samvarar við veljarakanning

Týsdagin 24. mars var talið 75,5 prosent. Tað er tað hægsta til eitt fólkatingsval í 25 ár - í seks val.

Fólkatingsvalið hevur staðið í skugganum av løgtingsvalinum, sum verður í morgin, men talan er um eina stóra valviku, har valfepurin er høgur. Flokkar og fólk, serliga Skaale og Falkenberg og flokkar teirra, hava "mobilisera", og tað sæst.

Sí eisini: Sjúrður sprongdi úrslitatalvuna við yvir 10.000 atkvøðum - Anna Falkenberg hevði eisini søguliga gott val

Í øllum førum fóru 29.111 veljarar í stemmuboksirnar í gjár. Talið 75 prosent samsvarar eisini væl við veljarakanningina, sum spyr.fo gjørdi fyri FM1 og Portalin sunnudagin. 

Har svaraðu 72 prosent av teimum spurdu, at tey heilt víst fóru á val. Síðani vóru nøkur prosent afturat, sum mest sannlíkt ætlað sær at seta kross til fólkatingsvalið. Tá hædd verður tikið fyri óvissum, og tí at tey flestu av teimum 700, sum svaraðu, munnu vera politiskt áhugað, so rakti hetta væl. Eisini hóast stóri sigursharrin var meira enn skeptiskur um tað.

Les meira: Javnaðarflokkurin og Sjúrður standa til søguligan sigur

Keldur: valurslit.fo og kvf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder