Uttanlands

Hægsta valluttøkan í 120 ár

Mett verður, at 67 prosent av teimum við valrætti - tað eru 160 milliónir fólk - hava atkvøtt til forsetavalið í gjár

Veljari í Arizona í gjár (Mynd: EPA)

Veljari í Arizona í gjár (Mynd: EPA)

2020-11-04 13:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu atkvøðurnar í fleiri statum eru ikki taldar upp, og tað er framvegis óvissia um, hvør hevur vunnið valið, tó at tað nú sær betri út hjá Joe Biden, enn tað gjørdi tíðliga í morgun. 

Eitt sum tykist heilt vist er, at valluttøkan er væl størri, enn hon vanliga er. Oftast atkvøða millum 50 og 60 prosent av teimum, sum hava valrætt til amerikanska forsetavalið, men hesaferð sær talið út til at vera nær við 70 prosent.

Áleið 160 millioner amerikanarar - tað eru 66,9 prosent av teimum, ið hava valrætt,  hava atkvøtt til forsetavalið. Hetta metir U.S. Election Project, som University of Florida som stendur fyri. 

Tað er tað hægsta talið síðani ár 1900.

Michael McDonald, professari, sum hevur amerikonsk val sum sergrein, ger á Twitter greitt, at hetta ikki eru endalig tøl:  

 - Forsetavalið í 2020 hevði tað hægsta atkvøðuprosenti í 120 ár. Tað eru tó framvegis gitingar, um tær atkvøðrunar, ið ikki eru taldar upp enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder