Ein hægstarættardómari í Brasil hevur avgjørt, at útlendsk ferðafólk noyðast at kunna skjalprógva, at tey eru koppsett fyri koronu fyri at sleppa inn í landið.
Higartil hevur tað annars verið nóg mikið við einari negativari PCR-kanning. Men Luis Roberto Barroso, hægstarættardómari heldur, at tað hevði verið ómøguligt at kanna øll og forða fyri, at Omikron-frábrigdið spjaðir seg.
Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro hevur annars ferð eftir ferð noktað at latið heilsumyndugleikarnar krevja prógv fyri koppseting. Sjálvur hevur hann boðað frá, at hann ikki er koppsettur, og hevur hann áður samanborið koronu við "eitt lítið krím".
Tær lagaligu umstøðurnar í Brasil hava eisini gjørt landið til eitt vælumtókt ferðamál hjá ókoppsettum fólkum, og Barroso heldur, sambært Reuters, ikki, at Brasil eigur at stuðla sonevndari "antikoppsetingarferðavinnu".
Barroso sigur, at har kunnu vera undantøk við kravinum um koppsetingarprógv, m.a. fyri tey, ið koma úr londum, har koppsetingin ikki er tøk, ella tey, sum av heilsuávum ikki kunnu koppsetast. Í staðin verða hesi biðin um at fara í sóttarhald í fimm dagar.
Enn er ikki greitt, nær eitt slíkt krav um koppsetingarprógv skal koma í gildi, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald