Innanlands

Hægsti arbeiðsloysisstuðulin skal vera nærum 4.000 krónur hægri

Úr 18.000 mánaðin til 22.435 um mánaðin. Hetta er ætlanin hjá Margit Stóra, landsstýriskvinnu, sum hevur lagt uppskot fyri tingið

Hetta er partur av fleiri broytingum í ALS-lógini, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri Løgtingið. Uppskotið var til fyrstu viðgerð í gjár, týsdagin 4. februar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta er partur av fleiri broytingum í ALS-lógini, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri Løgtingið. Uppskotið var til fyrstu viðgerð í gjár, týsdagin 4. februar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-05 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan verður hægsti arbeiðsloysisstuðulin 22.435 krónur um mánaðin frá 1. mai. Harvið skal hann hækka við beint undir 4.000 krónur um mánaðin, tí sum nú er, er hægsti stuðulin 18.500 krónur um mánaðin.

Talan er um ætlan hjá Margit Stóra

Hetta er partur av fleiri broytingum í ALS-lógini, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri Løgtingið. Uppskotið var til fyrstu viðgerð í gjár, týsdagin 4. februar.

- Uppskotið hevur við sær, at arbeiðsloysisstuðulin frameftir verður 80 prosent av einari arbeiðaraløn. Tíbetur er arbeiðsloysi metlágt, men prísvøksturin seinastu árini rakar meint, og tí kemur tað væl við, at hægsti arbeiðsloysisstuðulin nú hækkar, sigur Margit Stórá í viðmerking til uppskotið.

Broytingin merkir, at tá arbeiðaralønin hækkar, so fer arbeiðsloysisstuðulin eisini at hækka. Í dag er eitt loft, so arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 222.000 krónur, umframt eftirlønargjaldið um árið.

- Verður uppskotið hjá landsstýriskvinnuni samtykt, so kunnu fólk, sum fáa lægstu ella miðal fyritíðarpensjón, og persónar, ið fáa framskundaða pensjón, sjálvi gera av, um tey rinda ALS-gjald av inntøkuni, tey havaaftur at fyritíðarpensjónini
Eisini kunnu tey, sum eru í tillagaðum starvi, sjálvi gera av, um tey rinda ALS-gjald av síni lønarinntøku.

Eisini eru aðrar broytingar, sum skulu gera treytirnar hjá løntakarum uttanlands og undir FAS-skipanini, umframt sjálvstøðugum vinnurekandi, nakað betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder