Rokkarabólkurin Hells Angels er til vanda fyri almenningin í Hollandi, og tí er talan um ein ólógligan felagsskap, staðfesti hægstirættur í Hollandi fríggjadagin.
Hægstirætturin staðfesti ein dóm frá 2019, sum merkir, at tað m.a. ikki er loyvt at vera í klæðum, sum verða sett í samband við Hells Angels.
Sambært Ritzau er hetta triðju ferð, at ein hollendskur dómstólur kemur til ta niðurstøðu, at Hells Angels skal upploysast.
Fyrstu ferð varð tað ein dómstólur í Utrecht í 2019. Dómurin varð tó kærdur til kærudómstólin í Arnhem-Leeuwarden, sum tó kom til sama niðurstøðu. Málið endaði síðani hjá hægstarætti.
Hells Angels varð stovnað í Kalifornia í 1948. Í 1960unum vórðu deildir settar á stovn aðra staðni í USA og síðani í øðrum heimspartum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald