Maskuforboðið, sum kom í gildi í oktober, stríðir ímóti stýrisskipanini hjá Hong Kong. Tað hevur hægstirætturin í Hong Kong staðfest í dag.
Maskuforboðið var sett í gildi 5. oktober, og sambært politiska leiðaranum í Hong Kong, Carrie Lam, var vónin tann, at nýggja forboðið fór at hava eina fyribyrgjandi ávirkan á mótmælini og hjálpa løgregluni við at halda frið og skil.
Enn er tó ikki greitt, hvørjar avleiðingar avgerðin hjá hægstarætti fær fyri maskuforboðið, skrivar Ritzau.
Mótmælini í Hong Kong byrjaðu í juni orsakað av einum umstríddum lógaruppskoti, sum skuldi loyva útflyggjan av borgarum í Hong Kong til rættarsókn í Kina. Tað uppskotið er síðani tikið aftur, men fólk mótmæla enn.
Mótmælisfólkini krevja m.a. at Carrie Lam leggur frá sær, og at ein kanning verður gjørd av løgregluharðskapi í býnum. Eisini krevja tey, at mótmælisfólk, sum sita í fongsli verða leyslatin aftur, og at fólkið skal hava størri demokratiskt frælsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald