Danski hægstirætturin hevur staðfest ein dóm hjá Eystara Landsrætti um 40 daga fongsul til tríggjar mans, sum brendu eina dukku, sum ímyndaði danska forsætisráðharran Mette Frederiksen í sambandi við koronumótmæli fyri fýra árum síðani.
Mótmælið hendi á Frederiksberg í janaur 2021. Dukkan, sum ímyndaði Mette Frederiksen, hevði eitt skeli á búkinum, har tað stóð "Hon má og skal avlívast". Teir hondu dukkuna upp í ein lyktapela, har teir settu eld á hana.
Tveir dagar seinni vórðu menninir grundlógaravhoyrdir og varðhaldsfongslaðir fyri hóttanir. Í rættinum á Frederikseberg vórðu teir fríkendir, men málið varð kært til landsrættin, sum gav teimum fongsulsdóm.
Menninir noktaðu seg sekar og hildu uppá, at teir bert brúktu teirra grundlógartryggjaðu rættindi til talufrælsi. Hægstirættur metti tó, at talan var um eina deyðshóttan móti Mette Frederiksen.
Menninir sótu varðhaldsfongslaðir í átta vikur í 2021, og harvið hava teir longu sitið dómin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald