2020-12-09 13:45

Hægsti rættur í USA vísur aftur at taka upp sakarmál, ið skuldi ógilda 2,5 milliónir brævatkvøður í Pennsylvania. Tað skrivar Reuters.
Republikanski limurin í Kongressini, Mike Kelly og aðrir republikanskir politikarar úr Pennsylvania hava roynt at fáa málið fyri hægstarætt, við at bera fram eitt sakarmál.
Í sakarmálinum grundgeva teir fyri, at tað var ólógligt at víðka freistina fyri at greiða brævatkvøðu.
Men sakin kemur ikki víðari eftir avgerðina hjá hægstarætti, og staturin hevur longu góðkent valúrsliti í statinum, sum Joe Biden vann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald