Innanlands

Hafnia letur aftur í nakrar mánaðir

Orsøkin er ein stór umvæling. Virksemið hjá Hotel Hafnia verður á Hotel Brandan næstu tríggjar mánaðirnar ella so, skrivar Kringvarpið

Øll kømrini skulu dagførast, og bygningurin sjálvur skal eisini umvælast og dagførast (Mynd: Sverri Egholm)

Øll kømrini skulu dagførast, og bygningurin sjálvur skal eisini umvælast og dagførast (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-27 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánaðarskifti mars/apríl. Væntað verður at tá kann Hotel Hafnia lata uppaftur. 

Eyðkenda gistingarhúsið á Áarvegnum fer nú at lata aftur fyribils vegna umvælingar. 

Hetta sigur Pætur Trond Thomsen, stjóri, við Kringvarpið.

Talan er um eina stóra umvæling/dagføring: Øll kømrini vera dagførd, og bygningurin sjálvur skal eisini umvælast og dagførast, skrivar kvf.fo.

Tað var í 2018, at P/f Smyril Line yvirtók gistingarhúsið, ið er frá 1951, og 1. juli í fjør lat P/F Hotel Hafnia 4-stjørnaða ráðstevnuhotellið Hotel Brandan upp. Tað er júst á Hotel Brandan, at virksemi hjá Hafnia verður, meðan umvælingin fer fram.

Tá hon er liðug, skal Hafnia millum annað hava møguleikan at fáa Green Key góðkenningin, sum er ein viðurkenning fyri burðardygd og endurnýtslu innan ferðavinnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder