Innanlands

Hagar hf hevur nú keypt Pf. SMS

Keypssáttmálin varð undirskrivaður í gjár. Spf. NM Holding og Pf. Farcod, sum áttu helvt um helvt í SMS eru nú millum stóru partaeigararnar í stóra íslendska samtakinum Hagar hf.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, og Finnur Oddsson, samtaksstjóri í Hagar hf.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, og Finnur Oddsson, samtaksstjóri í Hagar hf.

2024-11-28 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Børsskrásetta íslendska samtakið, Hagar hf, hevur nú endaliga keypt Pf. SMS, og samstundis eru fyrrverandi partaeigararnir í Pf. SMS vorðnir partaeigarar í Hagar hf.  Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa við hesum øktar møguleikar at menna virksemið og vøruúrvalið

Partaeigararnir í Pf. SMS hava endaliga avhendað øll partabrøvini til stóra íslendska samtakið Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum. Partarnir skrivaðu undir keypssáttmálan í gjár, tann 27. november.

Spf. NM Holding og Pf. Farcod hava átt helvt um helvt av Pf. SMS. Samstundis sum Hagar hf. hevur yvirtikið øll partabrøvini í Pf. SMS, hava fyrrverandi eigararnir í føroyska samtakinum keypt so nógv partabrøv í Hagar hf, at føroysku partaeigararnir nú teljast ímillum 15 teir størstu eigararnar í stóra íslendska samtakinum.

Niels Mortensen, ið eigur Spf. NM Holding, heldur fram sum stjóri í Pf. SMS. Hann heldur tað hava stóran týdning, at fyrrverandi partaeigararnir í Pf. SMS kunnu halda fram sum partaeigarar á hægsta stigi í íslendska samtakinum, har teir framvegis fáa ávirkan á virksemið í SMS-samtakinum.

- Vit kunnu halda á at menna SMS saman við øllum okkara dugnaligu starvsfólkum, har vit fáa nýggjar møguleikar í nýggjum kørmum. Okkara framúr góðu og trúføstu starvsfólk hava í áratíggju ment SMS-samtakið til eina týðandi og høgt virðismetta fyritøku í føroyska samfelagnum, og nú halda vit ferðina fram saman við Hagar hf, sigur Niels Mortensen.

Stjórin í Pf. SMS metir, at tað fer at gagna viðskiftafólkunum hjá Miklagarði, Bónushandlunum og Mylnunum, at Pf. SMS er innlimað í eitt risastórt samtak við einum stórum altjóða netverki. Fyri Pf. SMS er m.a. talan um rakstrarfyrimunir, nýggjar menningarmøguleikar og økt vøruúrval, Hagar hf. rekur íslendsku Bónus-ketuna, oljufeløg, klædna-handilsketuna Zara og mangt annað serstakt virksemi í Íslandi.

Samtaksstjórin í Hagar hf, Finnur Oddsson, fegnast um keypið og bjóðar Pf. SMS vælkomnum upp í Hagar-familjuna.

- Pf. SMS er ein væl rikin fyritøka, sum hevur ein týðandi leiklut í Føroyum. Pf. SMS bjóðar bíligar gerandisvørur og góðar upplivingar, tá farið verður til handils, og tað er í tráð við missiónina hjá Hagar hf. Vit eru errin av at átaka okkum ábyrgdina at eiga Pf. SMS, og vit vilja halda fram at stuðla menning og vøkstri, sum gagnar føroyingum, staðfestir Finnur Oddsson.

Íslendsk pensjónsfeløg eiga meginpartin av Hagar hf, sum hevði umleið eina milliard evrur í umsetningi í fjør. 2.500 fólk starvast dagliga í samtakinum, og tað svarar til umleið 1.450 fulltíðarstørv. Umsetningurin hjá Pf. SMS var umleið 700 milliónir krónur í fjør, og avlopið eftir skatt var 12 milliónir krónur. 700 fólk eru í starvi hjá Pf. SMS svarandi til 286 fulltíðarstørv.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder