Innanlands

Hagstovan: 27.600 løntakarar í mai

Talan er um gott 700 fleiri løntakarar í mun til mai-mánað í fjør

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-08-17 20:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai vóru uml. 27.600 løntakarar í Føroyum, og tað eru góðir 700 fleiri enn í mai mánað í fjør, skrivar heimasíðan hjá Hagstovu Føroya.

Talan er framvegis um fleiri menn enn kvinnur. Í mai vóru nevniliga 14.350 av løntakarunum menn og 13.250 kvinnur, og sostatt vóru 1.100 fleiri mannligir løntakarar.

Sambært tølunum hjá Hagstovuni, arbeiða flestu løntakarar innan tað almenna - her er talan um 9.835 løntakarar. 9.033 arbeiða í privatu tænastuvinnuni, 4.398 arbeiða innan byggivinnu og tilvirking, og 4.327 arbeiða í fiski- og tilfeingisvinnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder