Innanlands

Hagstovan: Arbeiðsfjøldin minkað eitt vet

Arbeiðsfjøldin í 2023 var eitt vet minni enn í 2022, samstundis sum tey vinnuligu óvirknu vóru fleiri í tali

(Savbsmynd: Shutterstock)

(Savbsmynd: Shutterstock)

2024-01-28 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Av teimum gott 38.900 fólk í aldrunum frá 15 til 74 ár í Føroyum, vóru góð 32.600 í arbeiðsfjøldini í fjør, ein minking á 200 samanborið við 2022. Tað sæst serliga aftur í talinum á arbeiðsleysum, meðan talið á arbeiðsvirknum er næstan óbroytt.

Í arbeiðsfjøldini eru stívliga 32.200 arbeiðsvirkin og 400 arbeiðsleys fólk. Tey arbeiðsvirknu eru løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi. Tey arbeiðsleysu eru tey, sum einki arbeiði hava, søkja arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri tvær vikur, skrivar Hagstovan.

Talið á vinnuliga óvirknum var 6.250, sum er ein vøkstur á 400 fólk í mun til 2022. Í 2023 vóru knapt 17.600 menn og 15.000 kvinnurí arbeiðsfjøldini.

Tey seinastu fimm árini er arbeiðsfjøldin í aldrunum frá 15 til 74 vaksin við næstan fýra prosentum. Hetta er lægri enn vøksturin í fólkatalinum, sum í sama tíðarskeiði er sjey prosent, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder