Innanlands

Hagstovan: Brúkaraprísirnir øktir 4,4 prosent seinasta árið

Í mun til fjórða ársfjórðing í 2021 eru prísirnir í miðal øktir 2,3 prosent, ið er størsti prísvøkstur, sum er máldur millum tveir ársfjórðingar

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-04-24 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta ársfjórðing í  ár vaks brúkaraprístalið 4,4 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Eftir einum ári eru prísir í heili 11 av 12 vøru- og tænastubólkum øktir, meðan prísir á útbúgving standa í stað.

Tað er serliga prísvøksturin á 14,3 prosentum á vørubólkinum ‘býli’, sum er orsøk til stóru broytingina í prístalinum. Aftaná hesum koma prísir á vørum og tænastum innan ‘húsbúnað, húsarhaldstólum o.l.’, ‘samskifti’ umframt ‘klædnavørum og fótbúnað’, sum eru øktir við ávikavist 5,4, 4,5 og 3,9 prosentum, skrivar Hagstovan.

Vørubólkurin býli fyllir mest aftaná mat og drekka, tá brúkaraprístalið verður roknað. Undan fíggjarkreppuni í 2009 var brúkaraprístalið fyri býli í hæddini – 135,2 – meðan tað fyrsta ársfjórðing í 2022 er 125,7. Sostatt er tað ikki á sama stigi sum tá, men vøksturin hevur av álvara tikið dik á seg síðan fyrsta ársfjórðing í fjør.

Á sama støði sum Ísland, Svøríki og Finnland

Í mun til onnur lond, ið vit í Føroyum vanliga samanbera okkum við, er seinasta uppgjørda árliga broytingin í brúkaraprístalinum á sama støði sum í Finnlandi, Svøríki og Íslandi.

Í Danmark er árliga broytingin í brúkaraprístalinum tó nakað hægri – 5,3 prosent – meðan árliga broytingin í Noregi er nakað lægri – 3,5 prosent.

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum vísir eisini, at prísirnir í miðal eru øktir 2,3 prosent í mun til fjórða ársfjórðing í 2021, og tað er størsti prísvøkstur, ið er máldur millum tveir ársfjórðingar. Annan og triðja ársfjórðing í 2008, beint undan alheimsfíggjarkreppuni, var hesin vøkstur 2,2 prosent.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder