Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu er framvegis hægst í Evropa.
Serliga er vinnutíttleikin stórur millum føroysku kvinnurnar. Hann er hægri í øllum aldursbólkum samanborið við onnur lond, skrivar Hagstovan.
Arbeiðsfjøldin fevnir um løntakararar, sjálvstøðug vinnurekandi og arbeiðsleys. Vinnutíttleikin telur, hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsfjøldini. Vinnutíttleikin í Føroyum hevur seinastu árini ligið støðugt millum 83 og 85 prosent, og í november var vinnutíttleikin 84 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár.
Samanborið við hagtølum hjá Eurostat, hagtalsstovninum hjá ES, fyri fjórða ársfjórðing í 2022, er vinnutíttleikin í Føroyum hægstur. Næsthægsti vinnutíttleikin í Evropa er í Íslandi - 80 prosent.
Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum, og soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 72 prosent í Noregi og Danmark, skrivar Hagstovan.
Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum. Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.
Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 86 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin 82 prosent, 75 prosent í Danmark og 70 prosent í ES. Hjá føroysku kvinnunum er hann 82 prosent, meðan hann í Íslandi er 77 prosent, 68 prosent í Danmark og 60 prosent í ES.
Vinnutíttleikin er eisini hægri í nærum øllum aldursbólkum í Føroyum samanborið við Ísland, Danmark og ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald