Í 2019 taldu 25 prosent av teimum umleið 18.000 húskjunum í Føroyum bara ein vaksnan í húskinum.
24 prosent av húskjunum vóru við tveimum vaksnum uttan børn, og 15 prosent við trimum ella fleiri vaksnum uttan børn. Sostatt vóru næstan tveir triðingar av øllum húskjum uttan børn, vísir uppgerð frá Hagstovuni.
Hinvegin eru knappliga 6.500 húski ella 36 prosent við børnum, og av hesum eru tað bert eini 630 húski ella 3,5 prosent, har tað er ein vaksin við børnum.
Verður hugt at, hvussu nógv fólk eru í ymisku húskjunum, búgva knappliga 28.800 fólk ella 56 prosent av øllum fólkatalinum í húskjum við børnum.
Í húskjum við einum vaksnum við børnum – einum ella fleiri – búgva 1.680 fólk ella trý prosent av fólkatalinum. Húskini við tveimum vaksnum við børnum telja 14.700 fólk ella 29 prosent av fólkinum, og húskini við trimum ella fleiri vaksnum við børnum telja 12.400 fólk ella 24 prosent av fólkatalinum, skrivar Hagstovan.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald